Skrivstovufólk til Blákrossheimið
Søkt verður eftir skrivstovufólki til Blákrossheimið.
Starvið inniber, at tú sum høvuðsarbeiði verður skrivstovufólk. Umframt hetta kemur tú at hava samskifti við viðskiftafólk og familjur teirra.
Viðgerðin á Blákrossheiminum er ein sálarlig og sosialpædagogisk viðgerð, sum m.a. byggir á kognitivar og atferðarligar broytingar, skipað við bólkarbeiði, staksamrøðum og fysiskari venjing. Tú verður skrivari í viðgerðartoyminum.
Dagligar uppgávur m.a.:
- Telefonavgreiðsla
- Skrásetingar og innskriving av viðgerðartilfari
- Tilrættaleggja arbeiðslista
- Gera skjøl klár til bókhaldið
- Praktiskt arbeiði
Vit rokna við, at tú:
- hevur skrivstovuútbúgving
- ert álitisvekjandi og hevur góð innlivingar og samstarvsevnir.
- hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt.
- vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa Krossi Føroya.
- vilt gera praktiskt arbeiðið
Løn/setanartreytir:
Talan er um parttíðarstarv 0,6 tíð. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. juli 2016.
Byrjað verður í starvinum 1. sept.
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Olgu Magnussen, leiðara á Blákrossheiminum.
T-post: olga(at)blakross.fo, ella tlf. 770770
Umsóknin skal sendast til:
Blákrossheimið
Att.: Olga Magnussen, leiðari
við Pæturshús 2
FO-655 Nes
Ella á teldupost: blakrossheimid(at)blakross.fo
Blákrossheimið
www.blakrossheimid.fo
________________________________________________________________________________
Blákrossheimið, ið er viðgerðarheim fyri rúsdrekka- og rúsevnismisnýtarar, er stovnsett av Bláa Krossi Føroya við góðkenning frá Føroya Landsstýri. Á heiminum eru 9,5 ársverk. Pláss er fyri 12 búfólkum.