Skal rúsdrekka út í handlarnar?
Skulu handlar sleppa at selja rúsdrekka? Tað verður evnið á pallborðsfundi í Perluni klokkan 20.00 í kvøld.
Á fundinum fer Pál Weihe at halda ein fyrilestur um málið, har hann viðger evnið útfrá einum meira fakligum vinkli. Síðani verður kjak millum fýra løgtingsfólk. Við pallborðið sita Bill Justinussen fyri Miðflokkin, Jógvan Skorheim fyri Nýtt sjálvstýri, Ruth Vang umboðandi Framsókn og Jørgen Niclasen frá Fólkaflokkinum.
Tiltakið er ókeypis og opið fyri øllum, siga fyrireikararnir.
in.fo: Skal øl og vín út í handlarnar?
kvf.fo: Rúsdrekkasøla í Perluni í kvøld