Sirið legði fram rúsdrekka- og rúsevnapolitikk til aðalorðaskiftis
Í morgun var framløga av Rúsdrekka- og rúsevnapolitikki Føroya.
Aðalorðaskifti verður í Løgtinginum hósdagin 26. oktober kl.10.oo
Soleiðis skrivar vp.fo:
Í frágreiðingini legði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, høvuðsdent á trý økir.
Tey trý økini eru týðandi fyri at røkka endamálinum við politikkinum, og snúgva seg viðurskifti, har landsstýriskvinnan metir, at tørvur er á broytingum og at átøk eru neyðug. Tey eru:
- Fyribyrging í breiðum høpi, herundir Rúsdrekkasølan.
- Rúsevnir og stríðið fyri einum rúsevnafríum Føroyum. Kjakið um at basa rúsevnatrupulleikanum og árinunum av hesum er av álvara kyknað. Fleiri átøk er í umbúna og mugu setast í verk.
- Viðgerð. Ein trygg og dygdargóð viðgerð er lívsneyðug fyri at lofta teimum, ið eru farin út av eggini ella eru komin út á eggina. Samstundis er peningur settur av á fíggjarlógini fyri 2017 til tvey viðgerðartilboð fyri ung.
Á Facebooksíðu síni skrivar Sirið Stenberg:
– Neyðugt verður framyvir at leggja størri dent á fyribyrging og at menna viðgerðartilboðini.
Frágreiðingin hjá Sirið Stenberg kann lesast her: Frágreiðing til aðalorðaskiftis
vp.fo: Sirið legði fram rúsdrekka- og rúsevnapolitikk til aðalorðaskiftis