Seks systrar í Blákrossbúðini

Í summar arbeiddu seks systrar av Nesi í Blákrossbúðini í Havn. Tann elsta systurin er 91 ár og tann yngsta er 76.

Tórður Mikkelsen, ið er sonur eina av teimum, Inger, var framvið í summar, tók myndir og skrivaði ein stuttan tekst á facebook:

“Systrarnar úr Gerðinum hava tað ikki keðiligt tá tær eru saman. Í dag hava tær allar seks verið í Blákrossbúðini í Havn, og tær seldu væl og fingu nógvar pengar í kassan til arbeiðið hjá Bláa Krossi. Lítil ivi er um, at tær eru góð reklama fyri Blákrossbúðina. 🙂
Aftaná vóru tær ein túr niðri á serliga beinkinum hjá Barnabata við síðuna av Kioskini hjá Astu. Tær flentu so nógv og hildu so nógvan gang á beinkinum, at ein rúgva av fólki, sum komu fram við, steðgaðu á. Tær endaðu løtuna á beinkinum við at syngja “Nú siga vit farvæl og tøkk”, sum tær lærdu í sunnudagsskúlanum í missiónshúsinum á Toftum. Enn ein hendingaríkur dagur hjá systrunum úr Gerðinum.”

Hertha, Margith, Inger og Dagny hava røkt tænastu í Blákrossbúðini í Havn í mong ár, og tá Hansa og Emma vitja í Føroyum, dámar teimum sera væl at vera við.

 

2-systrarnar-i-blakrossbudini-1

Tær seks eru frá vinstu:

Inger 83 ár (býr á Toftum)
Emma 78 ár (býr í Reykjavík)
Dagny 75 ár (býr í Runavík)
Margith 86 ár (býr á Nesi)
Hertha 88 ár (býr á Nesi)
Hansa 91 ár (býr í Skipton í Onglandi)

 

 

Les fleiri spennandi greinar í nýggja blákrossblaðnum: www.blakross.fo/kunning-2/blakrossbladid