Sangløtur mánakvøld í Skjólinum

Mánakvøld kl.20.00 er fastur táttur fyri fleiri at leita sær oman í Skjólið til vikuligu hugnaligu sangløtuna.

Og nú Skjólið er nýumvælt, ger tað ikki løtuna minni hugnaliga.

 

Fjølbroyttar og hugnaligar

Sangløturnar í Skjólinum hava nógv ár á baki og eru fjølbroyttar á at líta, samstundis sum ein kann vera tryggur um, at løtan verður eins hugnalig, sum hon er von at vera. Tey, sum leiða sangin, koma frá ymsum samkomum víða um úr Føroyum.

 

Andalig samvera

Sangløtan er eitt slag av andaligari samveru, har gáttin er sera lág. Umframt allan sangin, er eisini vitnisburður á skránni.

 

Hvørjum eru sangløturnar ætlaðar?

Magni Højgaard, leiðari á sosialu eindini hjá Bláa Krossi, sigur, at tað er ein fantastisk og blandað samanseting av menniskjum, ið koma til sangløturnar.

– Nógv fólk hava møtt Jesusi, ella fingið hjálp ígjøgnum sangløturnar, og fleiri teirra sum plaga at hava hesar løtur, kalla tær sítt hjartabarn, sigur Magni Højgaard.

Mánakvøld í Skjólinum er ætlað øllum, sum ynskja góða andaliga samveru, kanska serliga teimum, sum tørvar hjálp, ella eitt gott orð á vegnum.

 

Oasubrøðurnir í kvøld

Í kvøld vera tað Oasubrøðurnir, sum leiða sangin. Tórbjørn Láadal, Harald M. Haraldsen, Steindor Hjaltalin og Sofus Joensen hava sungið og spælt saman í útvið 20 ár kring alt landið á møtum, ellisheimum, pensjónistafeløgum og aðrastaðni.

 

 

Í mong ár hava teir tosað um at geva fløgu út, og nú verður tað veruleiki. Eftir ætlan kemur fløgan út í oktobur.

 

So halt teg ikki aftur at koma til sangløtuna í kvøld kl. 20.00

 

Fylg við, hvat hendir í Skjólinum á Facebooksíðuni: facebook.com: Skjólið

Greinamyndin er frá kvøldsetanini 24. maj, sum Edith Johannesen tók: facebook.com/EdithJ-photography

Alt um Oasubrøðurnar er frá Trúboðanum frá 26. maj: trubodin.fo: Vit elska at syngja um Jesus