Sangløtur aftur í Skjólinum
Eftir ein stuttan steðg, eru sangløtur aftur í Skjólinum í Kongagøtu 8 í Havn. Umframt sangløtur er eisini ætlanin at hava onnur tiltøk.
Í nógv ár hava sangløtur/andaktir verið mánakvøld klokkan 20 í Skjólinum hjá Bláa Krossi. Tær byrjaðu í sínari tíð á Blákrossheiminum, tá ið tað var í Havn, men hava nú í nógv ár verið í Skjólinum í Kongagøtu 8. Tað hevur verið ein stuttur steðgur í sangløtunum, men hálvan februar byrjaðu tær aftur.
– Umframt sangløtur, er ætlanin at hava onkur serlig tiltøk av og á, sigur Magni Højgaard, leiðari í sosialu eindini hjá Bláa Krossi. Fleiri fólk hava trúføst møtt til sangløturnar í fleiri ár.
Tað eru fleiri ymisk fólk, ið vera við at skipa fyri og mynda sangløturnar og onnur tiltøk, ið vera í Skjólinum. Ætlandi vera tað sjálvboðin, ið fyri tað mesta fara at skipa fyri.
Øll eru vælkomin til sangløturnar hjá Bláa Krossi í Skjólinum í Kongagøtu 8 í Havn.