Samrøða við landsstýriskvinnuni í almannamálum eftir fyrilesturin við Frid Hansen

Mikukvøldið 19. september hevði Frid Hansen ein fyrilestur um evnið ‘Barndómurin varðar alt lívið’. Alisa Hammer, leiðari fyri fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya, bjóðaði vælkomin. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur helt eina røðu áðrenn Frid Hansen byrjaði sín fyrilestur, ið eisini bleiv stroymdur. Filmsbrotini eru tøk á Facebook síðuni ‘Øll hava rætt til góð barnaár‘. Røðan hjá Elsebeth Mercedis kann síggjast her.

Ein samrøða varð gjørd við landsstýriskvinnuna Elsebeth Mercedis eftir fyrilesturin, í samband við nýggja samgonguskjalið, og tær ætlanir samgongan hevur í mun til familjur, ið hava rústrupuleikar, og um hesar koma at síggjast í fíggjarlógini fyri 2020.

Landsstýriskvinnan nevndi, at familjan er eitt av fokusøkjunum hjá hesi samgongu og dentur verður lagdur á tað arbeiði, ið tekur hond um familjuna. Hetta gevur eisini møguleika til fíggjarligar sparingar í framtíðini.

Einki er meira rætt enn, at øll hava rætt til góð barnaár. Um familjan hevur avbjóðingar, skal hon eisini hava ta hjálp henni tørvar. Vit vilja tí gera sum best, fyri at røkka familjum.

Tað sum serliga situr eftir aftaná fyrilesturin við Frid Hansen er, at tað ongantíð er ov skjótt at tosa við barnið, ið tørvar hjálp.