Sálarviðgeri til Blákrossheimið

Søkt verður eftir sálarviðgera til Blákrossheimið.

Starvið inniber, at tú sum høvuðsarbeiði virkar sum bólkviðgerði. Umframt hetta kemur tú eisini at hava staksamrøður við viðskiftafólk og familjur, og er við til at halda familjuskeið 1-2 ferðir um ári.
Viðgerðin á Blákrossheiminum er ein sálarlig og sosialpædagogisk viðgerð, sum m.a. byggir á kognitivar og atferðar broytingar, skipað við bólkarbeiði, staksamrøðum og fysiskari venjing. Tú verður partur av viðgerðartoyminum.

Vit rokna við, at tú:

  • hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni.
  • hevur lætt við at koma í kontakt við menniskju.
  • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt.
  • ert álitisvekjandi og hevur góð innlivingar og samstarvsevnir.
  • vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa Krossi Føroya.
  • tekur staksamrøður við viðskiftafólk.
  • gert praktiskt arbeiðið


Løn/setanartreytir:
Talan er um fulltíðarstarv. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. juli 2016.
Byrjað verður í starvinum 15. sept.

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Olgu Magnussen, leiðara á Blákrossheiminum, teldupost: olga@blakross.fo, ella tlf. 770770

Umsóknin skal sendast til:

Blákrossheimið
Att.: Olga Magnussen, leiðari
við Pæturshús 2
FO-655 Nes

Ella á teldupost: blakrossheimid@blakross.fo

Blákrossheimið
www.blakrossheimid.fo

 

________________________________________________________________________________

Blákrossheimið, ið er viðgerðarheim fyri rúsdrekka- og rúsevnismisnýtarar, er stovnsett av Bláa Krossi Føroya við góðkenning frá Føroya Landsstýri. Á heiminum eru 9,5 ársverk. Pláss er fyri 12 búfólkum.