Rúsviðgerðarheimið á Eiði latið upp
Viðgerðarheimið, Frælsi, er eitt nýtt avvenjingartilboð fyri ungdóm í aldrinum 18-24 ár, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum.
Tað er Frelsunnarherurin, sum stendur aftanfyri heimið, og Martin Kúrberg, sum er dagligur leiðari, væntar at tað gongur ikki leingi, áðrenn øll átta plássini eru upptikin, skrivar in.fo.
Tað er tað gamla Hotel Eiði, sum er útvegað til viðgerðarheim til ungar misnýtarar. Umframt at hava rúm fyri átta fólkum í avvenjing, hava tey eisini eina útslúsing, har tey læra fólk, sum eru vand av rúsdrekka ella rúsevni, at klára seg í samfelagnum, antin tey so ganga í skúla, ella arbeiða.
– Tey læra at gera mat, vaska klæðir og annað mangt sum krevst fyri at klára seg í samfelagnum, sigur Martin Kúrberg.
Hoyr samrøðu, sum KVF hevði við Martin Kúrberg, dagliga leiðaranum á viðgerðarheiminum:
in.fo: Fáa fyrsta ungdómin í viðgerð mánadagin
kvf.fo: Viðgerðarheim til ung liðugt