Rúspolitikkur í Føroyum

Vikuskiftið 14. og 15. mars hevur Blái Krossur aðalfund og landsstevnu í Fuglafirði. Á skránni eru árligi aðalfundurin, sang- og hugnaløta, gudstænasta, familjumøti, blákrossmøti og BKU-møti. Eisini verður ein viðkomandi pallborðsfundur við heitinum ”Rúspolitikkur Føroya”.

Pallborðsfundurin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin klokkan 15. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum fer at greiða frá nýggja rúsdrekka- og rúsevnapolitikki Føroya.Aftaná verður pallborð, har nakrir av spurningunum, ið skulu svarast, eru hesir: Hvørji atlit skulu í sambandi við rúspolitikkin takast til heilsuna hjá føroyinginum? Og hvørji atlit skulu takast til fyribyrgingarpartin? Skal vera loyvi at lýsa við rúsdrekka? Skal aldursmark vera? Skulu vit hava einkarsølu? Og hvussu við atkomuligheit at rúsdrekka, inntøkum og útreiðslum hjá landinum og aðrir spurningum. Pallborðsluttakarar eru Pál Weihe, formaður í fólkaheilsuráðnum, Karsten Hansen, landsstýrismaður við heilsumálum, Aksel Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og Hjalmar Hansen, deildarleiðari á Handilsskúlanum á Kambsdali og næstformaður í altjóða Bláa Krossi.

Aðalfundur
Sjálvur aðalfundurin hjá Bláa Krossi verður leygarmorgunin klokkan 10:30. Á skránni er millumannað frágreiðingar frá arbeiðinum síðsta árið, tá ið millum annað nýggja Blákrossheimið varð tikið í brúk, roknskapur verður lagdur fram, og fólk hava møguleika at koma við spurningum og viðmerkingum til arbeiðið hjá Bláa Krossi.
Val til landsnevndina er eisini á skránni.

Fjølbroytt tiltøk
Nógv onnur tiltøk eru eisini á skránni. Leygarkvøldið er ein sang- og hugnaløta, har manskórið í Thabor og Petur Hans Hansen & Thomas Dam syngja og spæla. Samrøða verður eisini við Petur í Túni, fyrrverandi misnýtara.
Sunnudagin verður altargangsgudstænasta í Fuglafjarðar kirkju, har Sverri Steinhólm, prestur og formaður í landsnevndini hjá Bláa Krossi, prædikar.
Seinnapartin sunnudagin er familjumøti í missiónshúsinum Thabor við Sigrun Mikkelsen og barnakórið úr missiónshúsinum Libanon úr Sørvági fer at syngja.
Sunnukvøldið klokkan 18 er blákrossmøti, har Hanus á Gørðum, prestur, talar yvir evnið ”Sí næstin”. Kórið Todos av Glyvrum syngur.
Landsstevnan endar sunnukvøldið við blákrossungdómsmøti, sum Blákrossungdómur (BKU) skipar fyri.
Øll tiltøkini á landsstevnuni eru almenn, men á sjálvum aðalfundinum eru tað bara limir, ið hava atkvøðurætt. Tey, ið ikki eru limir, eru vælkomin at tekna seg sum limir.

Sí skránna her niðanfyri.