Foreldur eru ymisk á máli um drykkjuskap
Tað er nógv rúsdrekka millum ungdómin í dag; og tey byrja tíðliga. Í nýggjunda flokki hevur meginparturin roynt at verið ávirkaður.
Tað tykist torført at sannføra ungdómin og foreldur, um at tað er skaðiligt at byrja uppá rúsdrekka; og serliga ov tíðliga. Hetta sæðst t.d. aftur á foreldrafundum í framhaldsdeildum, har ógvuslig kjak standa upp, tá rúsdrekka er á fundarskránni.
Morten Hulvej Rod, granskari í Statens Institut for Folkesundhed, kennir til trupulleikan. Hann hevur í samband við egnu verkætlanir verið við til fleiri foreldrafundir, har foreldrini skulu semjast um rúsdrekkamálið, og sigur soleiðis frá: “Tá tað kemur til tubbak, eru tey flestu einig í, at royking skaðir – og í hvussu er, ikki er nakað fyri børn. Men tá talan er um rúsdrekka, møtir mann tvílyndi. Tey fæstu foreldrini eru heilt rúsdrekkafrí, og tey fæstu ímynda sær, at børn teirra ongantíð fara at smakka sær á.”
Felags málsøkið
Tað serliga torføra á einum foreldrafundi er at gera avtalur um mál, sum nerta við persónlig viðurskifti í familjuni. Eitt vandamál er, at í skúlahøpi sær mann næmingarnar sum eina heild á einum felags støði, meðan foreldur heldur halda seg til teirra egnu børn og teirra persónligu búning. Tí møtir mann foreldrum, sum ongan áhuga hava fyri samstarvi, og sum ikki vikast fyri at leggja fót fyri einum heilum flokki. Sum oftast eru hetta foreldur, sum vísa á, at teirra barn kann drekka rúsdrekka, um tað vil, tí tey stóla uppá tað. Tá er mann noyddur at svara ímóti, at tá mann ger felagsavtalur í einum flokki, so geldur tað fyri øll í flokkinum.
Hetta vil siga, at mann kann avtala, hvussu ofta tey kunnu hava floksveitslu, og hvussu nógv tey tá kunnu drekka av rúsdrekka, men mann kann sjálvandi ikki ráða fyri, hvussu nógv tey fáa sær heima saman við foreldrunum. Eisini eru tað foreldur, sum halda at tað er best, at børnini læra at drekka heima, men fyribyrgjararnir(1) vísa greitt á, at foreldur eiga á ongan hátt at vísa børnunum á rúsdrekka.
Hóast nógv stríð og kjak, tykjast fleiri foreldur tó at vera einig í einum 16 ára rúsdrekkaaldursmarki, ella so mikið sum alkoholfríum floksveitslum, sigur Morten Hulvej Rod.
(1) Fyribyrgjararnir (forebyggerne) møta m.a. til foreldrafundir í Danmark, í tí fyri eyga at arbeiða við trivna. Tey vísa á, at trivnaðurin í barna- og ungdómslívinum og samarbeiðið millum foreldrini er lykilin, fyri at fyribyrgja misnýtslu og lógarbrot ímillum børn og ungdóm.
Kelda: http://www.dr.dk/sundhed/Alkohol