Rúsdrekkapolitikkur á Rás 2
Rás 2 og Blái Krossur Føroya skipa fyri almennum politiskum kjaki fríggjadagin 28. august kl. 14.00-16.00 í Perluni (er við síðuna av Rás 2).
Evnið verður “Rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur” við Hilmari Jan Hansen sum orðstýrara, og høvi er hjá áhoyrarum bæði í salinum og fólki kring landið at seta politikarunum spurningar.
Komið í Perluna ella lurtið á Rás 2 fríggjadagin kl. 14.00!