Rúsdrekkamisnýtsla skaðar onnur enn misnýtaran
Skotsk greinsking
Skotska stjórnin stuðlaði í 2013 einari kanning hjá ‘Alcohol Focus Scotland’, sum hevði fokus á skaðan, ið rúsdrekkamisnýtslan hevur á fólk rundan um misnýtaran, m.a. familju, vinir og arbeiðsfelagar. Málið við kanningini var at finna útav hvussu umfatandi skaðin er.
Hetta er eitt økið, ið hevur verið lítið granskað. Skotska kanningin nýtti bæði spurnabløð og samtalur, og varð gjørd yvir alt landið fyri at síggja hvussu støðan var í øllum landinum.
Kanningin vísti m.a. at:
- ein út av trimum skotum siga seg hava ein persón í teirra lívið, sum drekkur sera illa.
- helvtin av skotum siga seg hava fingið mein av at onkur annar hevur drukkið.
- fólk, ið fáa mein av rúsdrekkamisnýtsluni hjá onkrum øðrum, hava lægri lívsgóðsku enn onnur.
Kanningin vísti, at talan er um fleiri ymsar ávirkanir rúsdrekka hevur á fólk rundan um misnýtarin, frá at vera hildin vakin um náttina til vera bukaður. Hetta kann fara fram bæði í tí almenna, t.d. á gøtuni har fólk síggja, og aftanfyri læstar dyr, har fólk ofta ikki vita hvat gongur fyri seg.
Les meira um kanningina her!
Ráðstevna í Suður Korea
Sum sagt er lítið granskað í hvat mein rúsdrekka hevur á onnur. Tó var hetta evnið tikið upp á altjóða ráðstevnuni ‘Global Alcohol Policy Conference’ í Suður Korea á heysti 2013. Á ráðstevnuni var tikið samanum tað tilfarið, ið er tøkt, og viðmælt varð, at fleiri kanningar vera gjørdar innan økið.
Meira um ráðstevnuna kann lesast her!
Skrivað hevur Lív Justinussen