Rúsdrekkamisnýtsla er býtt um við at hjálpa rúsmisnýtarum
Í 27 ár fylti rúsdrekka og hash sera nógv í lívinum hjá toftamanninum Peturi í Túni. Men síðani 1. mars 1995 hevur hann ikki drukkið ella roykt hash. 1. mars er hansara nýggi føðingardagur, og í dag er hann í starvi hjá Bláa Krossi og hjálpir misnýtarum.
Orð: Frants Jensen
Myndir: Jóhanna Thomsen og Frants Jensen
– Mítt lív broyttist fullkomuliga, eftir at eg fór í viðgerð á Heilbrigdi. 1. mars er vorðin mín nýggi føðingardagur, og vit halda hann í familjuni á hvørjum ári, sigur 64 ára gamli Petur í Túni.
Byrjaði at drekka, tá eg flutti heimanífrá
Petur er uppvaksin á Toftum. Hann er mitt í einum barnaflokki av átta børnum.
– Vit høvdu ein sera góðan uppvøkstur. Rúsdrekka var slett ikki í barnaheiminum. Vit gingu í sunnudagsskúla og á møti. Foreldrini vóru trúgvandi, og tað var nógv biðið, sigur Petur.
Uppvøksturin legði sostatt als ikki upp til, at Petur skuldi enda úti í álvarsligari rúsdrekkamisnýtslu, sigur Petur.
– Tað var ikki fyrr enn eg varð liðugur við realskúlan, at eg byrjaði at drekka. Eg fór til Havnar at arbeiða sum avloysari í einum handli. Tá fór eg at drekka í vikuskiftinum. Í byrjanini var tað ikki so nógv, men skjótt vaks tað. Eg fór eisini at roykja hash, sigur Petur.
Pimpaðist alla tíðina
Petur valdi sjógvin og fór til skips. Hann var við fiskiskipi, línubátum og trolarum.
– Meðan eg sigldi, drakk eg ikki. Men millum túrarnar drakk eg sera illa. Men tá ið eg gekk á stýrimansskúla og var heima, drakk eg sera nógv. Eg gekk alla tíðina ávirkaður, sigur Petur.
Í 1986 giftust Petur við Fíu. Tey høvdu tá verið saman í nógv ár.
– Hóast vit giftust, so drakk eg ikki minni, sigur Petur.
Petur og Fía fingu trý børn. Ein stóran part av teirra uppvøkstri var Petur ávirkaður av rúsdrekka.
– Eg pimpaði alla tíðina. Hvønn einasta dag, eg var heima. Einaferð taldi eg upp, tá drakk eg upp til 18 øl um dagin, umframt annað, sigur hann.
Í viðgerð á Heilbrigdi
Fólk rundanum Petur royndu fleiri ferðir at fáa hann at gevast. Men tað vísti seg ikki at hjálpa nógv. Men í 1995 lurtaði Petur og fór í viðgerð.
– Tað var ein persónur í familjuni hjá mær, sum á sínum arbeiðsplássi hevði hoyrt um rúsdrekkapolitikk. Hann kom til mín og heitti á meg um at fara í viðgerð á Heilbrigdi. Eg vildi ikki, men hann gavst ikki og helt á við at biðja meg fara í viðgerð. Til endan gav eg eftir, mest fyri at fáa frið. Men eg ætlaði als ikki at gevast at drekka.
– Eg fór inn á Heilbrigdi 1. mars 1995. Tað var ein mánadag. Eg drakk eina øl beint áðrenn eg fór inn. Visti, at meðan eg var inni, kundi eg ikki drekka. Men at hetta gjørdist tann seinasta ølin eg havi drukkið, roknaði eg ikki við tá. Eg ætlaði at drekka aftur, tá ið eg varð liðugur.
Gud og AA-fundir
Petur var á Heilbrigdi og tók eina fulla viðgerð.
– Eg eri ein av teimum allar hepnaðustu. Eg var einaferð í viðgerð og varð hjálptur og havi ikki drukkið síðani, sigur Petur.
Síðani hann var í viðgerð, hevur Petur gingið á AA-fundir.
– Trúgvin á Gud hevur hjálp mær, og tað hevur eisini hjálpt mær sera væl at gingið á AA-fundir. Eg gangi framvegis á AA-fundir.
Hann sigur, at í fyrstuni stríddist hann nógv við at halda sær. Men so upplivdi hann eisini, at tostin var tikin frá honum.
Abbi fyri abbabørn
– Støðan hjá mær broyttist sera nógv. Men tað var serliga í familjuni, at tann størsta broytingin hendi. Eg síggi tað aftaná, at tað hevur verið sera strævið at havt ein pápa, ið hevur drukkið. Børnini søgdu millum annað, at tey tordu ikki at bjóða øðrum børnum inn í okkara heim, tí tey skammaðust við pápan. Tá ið eg drakk, var eg ikki ein rættur pápi fyri míni børn. Eg eri glaður fyri, at eg nú kann vera ein betri abbi fyri míni abbabørn enn tann pápin eg var fyri míni børn. Vit eiga fýra barnabørn, og eg eri glaður fyri, at tey ongantíð hava sæð abba sín fullan.
Nýggjur føðingardagur
Petur sigur, at tey í dag hava eitt sera gott forhold í familjuni.
– Tað varð eitt heilt annað familjulív aftaná, at eg drakk ta seinastu ølina. Ein nýggjur føðingardagur. Hetta var so stórt fyri mær, at vit avgjørdu, at hetta skuldi haldast. So 1. mars á hvørjum ári, savnast vit øll í familjuni til mín annan føðingardag. Vit hava hildið dagin á hvørjum einasta ári, sigur Petur.
Arbeiðir millum misnýtarar
Eftir at Petur gavst at drekka, hevur hann roynt at hjálpt fleiri øðrum, ið eru rúsdrekka- og rúsevnismisnýtarar. Síðstu fimm árini hevur hann arbeitt á Umsorganarheiminum hjá Bláa Krossi, ið tekur sær av teimum heimleysu.
– Mær dámar mítt arbeiði sera væl. Nú arbeiði eg við menniskjum. Tað er heilt øðrvísi enn eg havi gjørt áður. Nú fái eg brúkt av mínum royndum sum misnýtari at hjálpa øðrum. Eg upplivi tað, at tað er ein stórur fyrimunur, at kunna seta seg inn í støðuna hjá øðrum, tí eg havi sjálvur verið í líknandi støðu, sigur Petur í Túni.
Sitat:
Til endan gav eg eftir, mest fyri at fáa frið. Men eg ætlaði als ikki at gevast at drekka.
Sitat 2:
1. mars á hvørjum ári savnast vit øll í familjuni til mín annan føðingardag.
Sitat 3:
Eg eri glaður fyri, at eg nú kann vera ein betri abbi fyri míni abbabørn enn tann pápin eg var fyri míni børn.