Forsíða
| Sólfríð Maria í Rók

Rúsdrekkaaldursmarkið verður varðveitt

Karsten Hansen, Landsstýrismaður í heilsumálum, hevur gjørt eina heildarætlan um ein føroyskan rúsdrekkapolitikk, har endamálið er at tálma nýtsluni.

Hvør føroyingur yvir 15 ár drekkur í miðal 6,4 litrar av reinum alkoholi um árið, umframt tað sum verður innflutt tollfrítt eftir uttanlandaferð. Tekur mann metingina við, sum sigur, at hvør triðji føroyingur ikki smakkar dropan av rúsdrekka yvirhøvur, hækkar talið munandi.

Sum eitt virkið fyribyrgjandi tiltak er avgjørt, at 18 ára aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka verður varðveitt. Hetta er mynduleikaaldur, og er ásett fyri at fyribyrgja, at børn og ung fáa fatur á rúsdrekka.

 

Hoyr Karsten Hansen og les meir á in.fo: Føroyingar skulu fáast at drekka minni

Sí meir á in.fo: Aldursmarkið at keypa rúsdrekka skal varðveitast

 

Tags: