Rúsdrekka er triðjstørsti vandabólkurin tá ið talan er um sjúku og deyða

Í Evropa er rúsdrekka tann triðjstørsti vandabólkurin, tá ið talan er um sjúku og deyða vísa tøl, sum felagsskapurin Eurocare kemur við.

Eurocare (The European Alcohol Policy Alliance) er eitt netverk við yvir 50 felagsskapum í Evropa, ið arbeiðir við fyribyrging og avmarking av skaðaárinum av rúsdrekka. Felagsskapurin sigur, at rúsdrekka kann vera ein orsøk til 60 ymiskar sjúkur, millum annað: krabbamein, livrasjúkur, hjarta-kar-sjúkur, lungasjúkur, vødda og beinagrindssjúkur eins og aðrar sjúkur. Bæði mongdin, hvussu leingi ein hevur drukkið eins og títtleikin kann økja um vandan fyri rúsdrekkaelvandi skaðum.
Rúsdrekka kann ávirka menningina av heilanum og serliga um persónurin er ungur, og tekur stórar mongdir av rúsdrekka, kann tað ávirka heilakapasitetin.

Í 2006 kom Evropa-kommisiónin við eini 400 síður langari frágreiðing um hvørja ávirkan rúsdrekka hevði á heilsuna, sosiala og fíggjarliga økið í Evropa. Niðurstøðan í frágreiðingini var, at hvørt ár tekur rúsdrekka lívið av 115.000 fólkum í Evropa, og at tað kostar ES samveldinum 125 billiónir evrur. Eisini International Agency for Research on Cancer, ið er partur av heimsheilsustovninum WHO sigur, at rúsdrekka kann elva til krabbamein. Nøkur kanningarúrslit vísa, at 10 prosent av krabba hjá monnum og 3 prosent hjá kvinnum kunnu stava frá rúsdrekkanýtslu.

Aðrar kanningar koma við hægri tølum. Millum annað vísir Dr. Nancy Snydermann á, at kanningar í Onglandi vísa, at 13 prosent av krabba hjá kvinnum kunnu stava av rúsdrekkanýtslu. Sí meira um tað her:

Leygardagin 15. mars kl. 16 skipar Blái Krossur Føroya fyri almennum pallborðsfundi í Ósaskúlanum í Klaksvík, har júst evnið: ”Skaðaárin av rúsdrekka og rúsevnum” verður viðgjørt. Við pallborðið sita Pál Weihe, fólkaheilsuráðið, Annika Olsen, landsstýriskvinna, Birni Hansen, lækni og Annbjørg á Høvdanum, sálarfrøðingur. Tiltakið er alment og øll eru vælkomin.

Keldur:
http://eurocare.org/resources/policy_issues/alcohol_related_diseases
http://eurocare.org/media_centre/press_releases/landmark_eu_report_shows_the_full_burden_of_alcohol_in_europe
http://www.alcoholandcancer.eu/facts/

 

Skrivað hevur Frants Jensen