Rúsdrekka drepur ein persón hvørt 10. sekund, boðar WHO frá

WHO boðaði fyrr í mánaðinum frá, at meira enn 3 milliónir fólk doyðu av rúsdrekka relateraðum sjúkum í 2012. Heilsustovnurin ávarar eisini stjórnir um, at rúsdrekka-nýtslan var vaksandi og heitir tí á politikarar at gera okkurt fyri at forða hesi gongdini.

Í eini samtalu við Oleg Chestnov, WHO serfrøðingur í kroniskum sjúkum og sálarligari heilsu, skrivar Reuters, at “meira má gerast fyri at verja íbúgvar frá teimum neiligu heilsuárinunum, ið rúsdrekkanýtsla hevur við sær”.

Oleg Chestnov legði afturat, at tað er hvørki pláss fyri ella hóskandi hjá fólki/politikarum at verða nøgd við støðuna í dag, tá 3,3 milliónir fólk doyðu í 2012. Afturat hesum tølunum vísir gransking, at menn eru í størri vanda enn kvinnur, og at bæði kynini eru í vanda fyri at útvikla meira enn 200 ymiskar sjúkur, m.a. krabbamein, orsakað av rúsdrekka.

Sambært WHO rapportini, so drekkur hvør persónur í heiminum, ið er yvir 15 ár, 6,2 litrar av reinum alkoholi um ári. Men tølini vísa eisini, at av øllum heimsins íbúgvum drekka einans 38,3 % rúsdrekka og hesi drekka tí í miðal 17 litrar av reinum alkoholi hvørt ár. Globalt verður mest drukkið í Evropa per íbúgva.

Summi lond hava longu tikið hesa ávaringina til sín, og arbeiða fyri at steðga hesi gondini. Hetta verður gjørt m.a. við at økja um avgjøld á rúsdrekka, avmarka atgongdina til rúsdrekka við at hækka aldursmarkið og/ella hvar rúsdrekka verður selt, og seta harðari mørk fyri marknarførðsluni av rúsdrekka. WHO heitir á fleiri lond at taka somu stig.

keldur:
http://www.who.int/substance_abuse/facts/alcohol/en/
http://www.reuters.com/article/2014/05/12/us-health-alcohol-idUSKBN0DS0QS20140512

 

Skrivað hevur Lív Justinussen