Rúsandi tónleikur á Okkara Voxbotn

Liv Lívið var partur av ‘Okkara Voxbotn’ í vikuskiftinum, og var hetta fyrsta tiltak av mongum, ið samstarvast um átakið “Lat tónleikin vera tín rús”.

Bingjan  hjá Liv Lívið stóð á parkeringsplássinum hjá P/F Mariu Poulsen, har ung sum eldri, ið gingu framvið kundu fáa ókeypis drekkamunn, prát, tatovering og nýggja rúsfría drykkin ‘Appilsinfríi’, ið er gjørdur í samstarv við Ráðið fyri ferðslutrygd.

Lagið var av tí besta við bingjuna, har hugnin og felagsskapurin spældi væl saman við tónleikinum, sum hoyrdist frá konsert økinum.

Hóast góða lagið, vóru tó nógv ung illa fyri av rúsdrekka. Politiið hevur í morgun heitt á foreldur um at tosa við børn teirra um nýtslu av rúsdrekka, og kunnu vit bara taka undir við hesum boðskapi. Á www.livlivid.fo kunnu foreldur og vaksin, ið eru um ungdómin lesa nógv gott tilfar og fáa góð ráð um hvussu, tey prátar við ung um rúsdrekka og rúsevnir.

Liv Lívið ynskir at vera tilstaðar og vera sjónligt á slíkum tiltøkum fyri at fyribyrgja, at ung koma illa fyri ella gerast bundin av rúsdrekka ella rúsevnum.

Liv Lívið takka fyri seg, nú ‘Okkara Voxbotn’ er farið aftur um bak.