Rúsandi summartónarnir eru lidnir

Blái krossur og Liv Lívið vilja takka Okkara Voxbotn, G! Festivalinum og Summar Festivalinum fyri samstarvið, nú summarið og átakið ‘Lat tónleikin vera tín rús’ er fari aftur um bak.

Átakið gekk út uppá at eggja fólki at njóta summartónarnar uttan ávirkan av rúsevnum, ovurnýtslu av rúsdrekka, og skuldi samstundis virka sum fyribyrgjan av fyllskapi ímillum tannáringar. Tað var samanknýtt við Liv Lívið og bingju teirra, ið var á ymiskum tiltøkum í summar.