RIMMAR útsøla

Endurnýtslan hjá Bláa Krossi á Glyvrum hevur RIMMAR ÚTSØLU í hesum døgum. Alt verður selt fyri hálvan prís.

Í Endurnýtsluni eru nógvir møblar, borð, stólar, skáp, køksting, nipsting og eina rúgvu av øðrum. Møguleiki er sostatt at fáa nógv gott fyri ein bíligan penga.
Endurnýtslan á Bakka hevur addressu Bakkavegur 6 og liggur við síðuna av Bakkafrost á Glyvrum.
Opið er mán-frí kl. 10-17:30 og leyg 10-14.
Inntøkan av tí, ið verður selt í Endurnýtsluni fer til vælgerandi arbeiði hjá Bláa Krossi.

Sí meir á facebook: Endurnýtslan á Bakka