Ov ung at drekka

Rúsdrekka í viðgongutíð kann føra til lívslang mein fyri ófødda barnið.
Tí hevur Altjóða Blái Krossur í samband við átakið “Ov Ung at Drekka” (Too Young To Drink) saman við 60 feløgum kring allan heimin tikið lut í EUFASD (Evropeiski FASD sáttmálin), har dentur verður lagdur á barnsins vandan fyri at fáa skaða, um mamman drekkur rúsdrekka í viðgongutíðini. Hetta átakið varð sett í gongd 9.sep 2014 kl.09.09; fyri júst einum ári síðani.
 
FASD
Vandin, fyri at barnið fær skaða í viðgongutíðini vegna rúsdrekka, hevur fingið heitið FASD (Fostur Alkohol Spektrums Ólag/ Fetal Alcohol Spectrum Disorders), í tí at alkohol bæði kann skaða barnsins heila, hjarta, eygu og aðrar likamslutir, og kann víðari føra til, at barnið seinni í lívinum fær tað trupult við at læra, hava tamarhald á egnum gerðum og fáa vinir.

Altjóða Blái Krossur vísir á, at FASD ávirkar okkum øll, men tað er nakað, sum kann fyribyrgjast 100%: “FASD affects us all, but it is 100% preventable”
 
 
 
Sí meira um Evropeiska FASD sáttmálan: European FASD Alliance
Sí meia um átakið Ov Ung at Drekka: Too Young To Drink