Øll hava rætt til góða barnaár fingið heiðursløn

Øll hava rætt til góða barnaár hevur fingið eina heiðursløn frá Føroya Ungdómsráð (FUR) fyri, at bjóða børnum og ungum, ið hava foreldur við rúsdrekka- ella rúsevnistrupulleikum samrøður í bólkum.

-Vit eru sera glað fyri hesa heiðursløn, sigur Alisa Hammer – leiðari á fyribyrgingardeildini. Tað er altíð lívgandi, at fáa eitt herðaklapp fyri arbeiði man ger og brennur fyri. At FUR hevur valt, at heiðra okkara arbeiði eru vit sera takksom fyri.

-Vit uppliva, at hetta er eitt evnið, ið ofta ikki verður sett orð á og tí kunna hesi børn og ungu føla, at tey ongastaðni hava at venda sær. Vit royna, at skapa eitt trygt stað har tey fáa møguleika at práta um kenslur, tankar og upplivingar, sum ger stóran mun í lívinum hjá hesum børnum, ungum og familjum teirra.

Aðrar heiðurslønir

Heiðurslønir vóru eisini handaðar Anniku Eidesgaard, fyri, at hava gjørt eitt megnar arbeiði at fyriskipa atljóða CISV legur, bæði tá legur hava verið í Føroyum og eisini, tá Føroyar senda børn og ung aðrastaðni, og Martin Kúrberg, fyri at vera ein brennandi eldsál at hjálpa ungum, sum eru bundin av rúsevnum.

-Vit ynskja Anniku og Martin so hjartaliga tillukku við heiðurslønunum, sigur Alisa Hammer. Tey gera eitt megnar arbeiði.

Føroya Ungdómsráð

FUR er felagsumboð fyri landsumfatandi barna- og ungdómsfelagsskapir í Føroyum – 54 barna- og ungdómsfelagsskapir, harav 22 limafeløg og 32 lokalfeløg.

FUR umboðar umleið 4.000 børn og ung í Føroyum, sum eru virkin í sjálvbodnum felagsskapum við fjølbroyttum frítíðarvirksemi innan sjónleik, tónleik, føroyskan dans, kórsang, fráhaldsvirksemi, politisk ungmannafeløg, mannarættindi, kristiligt barna- og ungdómsvirksemi, millumlanda barnalegur, lestrarumbýti, skótar og annað barna- og ungdómsarbeiði kring alt landið.

Heiðursløn FURs er eitt heiðursbræv og ein heiðursløn uppá millum 5.000 og 10.000 krónur.

Endamál FURs við at lata heiðurslønina er, at:
• geva eldsálum innan barna- og ungdómsfelagsarbeiði viðurkenning
• geva barna- og ungdómsfeløgum viðurkenning fyri teirra arbeiði
• vekja áhuga millum børn og ung fyri sjálvbodnu barna- og ungdómsfelagsskapunum
• vísa á samfelagsliga týdningin, sum arbeiði hjá sjálvbodnum barna- og ungdómfelagsskapum hevur kring alt landið

Lív Justinussen, sálarfrøðingur á fyribyrginardeildini, tók ímóti heiðurslønini vegna “Øll hava rætt til góð barnaár”.

Annika Eidesgaard, aðalskrivari hjá CISV og Rói B. Poulsen, formaður í FUR

Martin Kúrberg, leiðari av viðgerðarheiminum Frælsið, saman við Róa B. Poulsen