“Øll hava rætt til góð barnaár” bólkar útsettir

Góðu tit øll,

Bólkarnir hjá “Øll hava rætt til góð barnaár”, skuldu eftir ætlan byrja aftur í komandi viku. Av tí, at myndugleikarnir hava longt tíðarskeiðið, har skúlar, frítíðarítriv o.a. er niðurlagt, noyðast vit tó at útseta bólkarnar til eftir páskir fyribils. Summir bólkar byrja soleiðis í viku 16, meðan aðrir byrja í viku 17 eftir verandi ætlan. Tit fáa boð á sms um nær júst tykkara bólkur verður aftur.
Vit tríggjar, Lív, Beinta og Alisa, sum starvast fast í húsinum í Kongagøtu 8, eru til arbeiðis hvønn dag, og ynskja at vera her fyri tykkum. Vit kunnu í løtuni bjóða telefon- og videosamrøður, um onkur hevur tørv á at tosa. Tit skulu vera hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á tlf. 77 07 09.

Vit sakna tykkum, og vóna at vit skjótt fáa tykkum á gátt aftur. Vónandi hava tit tað gott.

Alt tað besta frá okkum á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya.