‘Øll hava rætt til góð barnaár’ 50.000 frá Betri

Verkætlanin hjá Bláa Krossi, ‘Øll hava rætt til góð barnaár’, fær 50000 krónur frá stuðulsgrunninum hjá Betri. Hetta varð kunngjørt sunnudagin í samband við sonevndu adventsgávurnar hjá grunninum.

‘Hetta vóru fantastisk boð hjá okkum at fáa, og vit siga hjartans tøkk til Betri, sum vil stuðla ‘Øll hava rætt til góð barnaár,’ sigur Alisa Hammer, leiðari á Fyribyrgingardeildini, sum varðar av verkætlanini.

‘Hetta gevur okkum møguleika fyri at hjálpa enn fleiri børnum, ungum og familjum teirra.’

‘Øll hava rætt til góð barnaár’ er ein verkætlan, ið miðjar eftir at hjálpa børnum og ungum við foreldrum, sum hava ella hava havt rústrupulleikar.