Okkum tørvar sjálvboðin
Blái Krossur søknast eftir sjálvbodnum til handilin í miðbýnum í Tórshavn og sjálvbodnum til at sortera klæðini, ið koma inn í Tórshavn
Við at vera sjálvboðin ger tú mun
Tíðin og orkan tey sjálvbodnu leggja í handlarnar er við til at fíggja virksemi hjá felagsskapinum runt landið, m.a tað arbeiðið, ið verður gjørt ímillum børn, ung og familjur
Í handlinum/sorteringini arbeiðir man saman í holdum, og tú kanst bjóða teg fram sum einstaklingur og koma á eitt hold, ella tit eru nøkur, ið bjóða tykkum fram saman og kunnu byrja saman sum eitt nýtt hold.
Á hesi leinkjuni ber til at lesa meira um starvið, og at bjóða teg fram sum sjálvboðin: https://www.blakross.fo/gerst-sjalvbodin/