Ókeypis alkohol á styttru leiðunum verður søga

Sum væl er kunnugt í miðlunum, verður tað frá 1. september neyðugt at gjalda fyri sokallaðu sjussarnar umborð á Atlantsflogi á styttru leiðunum, og mangar eru meiningarnar um evnið.

Fyri mong hevur tað verið ein sjarma og stórur partur av ferðini at fáa sín regluliga flogsjuss, og møguliga fyri at batna um flogræðslu, meðan onnur hava øst seg um óskikkin við drekkarínum umborð. Nú er tað so vent á høvdi, so at tey sum vóru nøgd, eru nú ónøgd og umvent. Tey núverandi nøgdu kenna tað heldur rættvísari, tí at serliga alkoholgjaldið ikki longur fer av felagspuljuni, men heldur geldur ein sjálvur fyri tað, ein sjálvur ynskir.

Eisini skal ein sjálvur eftir 1. september gjalda fyri egna máltíð, meðan alkoholfríir drykkir vera verandi ókeypis. Ferðaseðlaprísirnir eru lækkaðir við 30-130 krónum.

 

Sí meir á:

Atlantic.fo,

Atlantic FB

Portal.fo

KVF.fo/sv

KVF.fo/uv

In.fo