“Øll hava rætt til góð barnaár” byrjar aftur í januar

– Er tú ofta stúrin um mammu ella pápa tín?
– Kennir tú teg ofta einsamalla/n – eisini tá tú er saman við øðrum?
– Dugir tú væl at lata sum um, at alt er í lagi, sjálvt um tú kanska ert kedd/ur?
– Kennir tú teg ofta øðrvísi – sum at ongin skilur teg?
– Upplivir tú, at tað er trupult heima, og at tú ikki hevur hug at bjóða vinum heim at vitja teg, vegna at umstøðurnar heima eru truplar?

 

Nógv børn og ung, sum hava foreldur ella familju við rústrupulleikum, kenna seg einsamallan. Kundi tú hugsa tær at møtt øðrum, sum eru í líknandi støðu?

 

Nýggir bólkar byrja í januar 2016, og tú ert vælkomin at vera við. Bólkarnir eru skipaðir fyri fólkaskúla- og miðnámsaldrinum, og verða settir saman eftir aldri, soleiðis at tey í bólkinum, eru um sama aldur. Bólkarnir møtast aðru hvørja viku í umleið tveir tímar.

 

Hevur tú ella ein, tú kennir, hug at vera við, ella ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum:

 

Send boð á Facebooksíðuni: Øll hava rætt til góð barnaár
Send teldupost: Bolkar@blakross.fo
Ring á telefon: 770708 ella 770709

 

Les meir um tiltakið her.