‘Ó-beinleiðis’ prátar við BKU
Mánadagin 31. mars hevði ‘Ó-beinleiðis’ eitt prát við Jóhan Hansen, ið er í nevndini í BláKrossUngdómi (BKU).
Í prátinum varð millum annað tosað um, hvat BKU er og ger. BKU leggur dent á fyribyrging og ger hetta serliga við at upplýsa um vandarnar av rúsdrekka- og rúsevnismissnýtslu.
Prátið við Jóhan Hansen kann síggjast her!
Skrivað hevur Lív Justinussen