Nýggjur rúsevnisráðgevi
Sum kunnugt hevur Blákrossheimið lýst eftir nýggjum rúsevnisráðgeva. Arni Zachariassen er settur í starvið. Arni er 31 ára gamal, upprunaliga úr Gøtu, men býr í Leirvík.
Arni er útbúgving BA í gudfrøði frá Onglandi. Arni hevur arbeitt mest við ungum fólki, millum annað sum leiðari á Ungdómshúsinum á Toftum. Hann hevur seinastu tíðina ansað einum fjølbrekaðum dreingi, sum andaðist fyri kortum. Arni er giftur Maluni, og tey eiga tvey børn.
Arni byrjar á Blákrossheiminum 15. august 2015. Blákrossheimið ynskir Arna vælkomnum í starvið. 22 umsóknir vóru til starvið.
Skrivað hevur Frants Jensen