Nýggjur aðalskrivari byrjaður
Í dag 1. mai byrjaði Petur Jákup Petersen (Dakko) í starvinum sum aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya.
Dakko er 64 ár. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir, bæði sum arbeiðsformaður og vinnulívsmaður – í Føroyum og uttanlanda. Sum kommunupolitikari hevur Dakko gott innlit í politisku skipanina. Á fyribyrgingarliga økinum hevur Dakko verið við til at skipa Bingju-projektið “Liv Lívið” hjá Bláa Krossi, sum var á tónleikafestivalunum í fjør.
Hann hevur í nógv ár verið ein drívmegi í sjálvbodna arbeiðinum hjá Bláa Krossi, har hann bæði hevur verið við til at stovna handlar og sum formaður í bygginevndini staðið á odda fyri byggingini av Blákrossheiminum á Nesi. Dakku skal saman við landsnevndini skipa arbeiðið kring landið. Hann tekur við starvinum 1. maj.
Dakko er sera spentur uppá uppgávurnar, og tær eru nógvar og spennandi.
Nøkur av starvsfólkunum vóru og heilsaðu uppá hann í morgun.