Nýggj starvsfólk á blákrossheiminum
Armgarð Arnbjarnardóttir á Regni er sett í fulltíðarstarv, sum deildarsjúkrarøktarfrøðingur á Blákrossheiminum frá 1. okt.
Eisini er Krista Magnussen sett í fyrilbilsstarv har hon kemur at taka sær av sosialum viðurskiftum hjá búfólkunum.
Vit ynskja Armgarð og Kristu vælkomnum.
Samstundis hevur Gunhild sín síðsta starvsdag í dag. Vit takka Gunhild fyri ta tíðina hon hevur verið í starvi hjá okkum og tað góða arbeiðið hon hevur gjørt.