Nýggj BKU-nevnd
Í farnu viku møttist nýggja BKU nevndin (BláKrossUngdómur) fyri fyrstu ferð
Nýggja nevndin fer at arbeiða við at fáa fleiri BKU-limir og fyrireikingarnar fyri verkætlanina “Liv Lívið”, sum verður á festivalum og tiltøkum í summar, eru longu farnar í gongd.
BKU-nevndin skipað við seks limum
Formaður og umboð í landsnevndini:
Jógvan Martin Davidsen
Næstforkvinna:
Lív Justinussen (samskipari á fyribyrgingardeildini og verkætlanini “Liv Lívið”)
Skrivari:
Arnborg Lervig
Nevndarlimir:
Hans Terje Vestergaard, Sjúrður Steinholm og Birita Dam
Sjúrður Steinhólm er einasti limur, sum er sitandi frá gomlu nevndini. Hini fimm eru tískil nýggj, og øll eru tey sera spent fyri framtíðarætlanunum.
(Birita Dam væntar á felagsmyndini)