Forsíða
| Lív Justinussen

Ný Ný vann Endurkeyp gávuna hjá Nema

Í samband við umhvørvisvikuna var í gjárkvøldið eitt evniskvøld um matoyðsl á Reinsarínum, við áhugaverdum framløgum og tónleiki. Eisini vóru umhvørvisvirðislønir lætnar.

Ný Ný var tilnevnt til Endurkeyp gávuna hjá Nema og vann heiðurin, umframt eina upphædd uppá kr. 27.500,-

Endurkeyp Gávan er stuðulsgrunnur hjá Nema, ið hevur til endamáls at stuðla átøkum, ið gera eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum. Allir peningurin, ið kemur inn ígjøgnum Nema Endurkeyp og sølu av posum, verður latin eina ferð um árið til einstakling, áhugabólk ella felagsskap, sum hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum. Les meira um tað her!

Ný Ný, ið er ein nýnýtslu verkstova við tí endamáli at minka um burturkast, minka um dálking og at skapa sosiala inklusión av ymsum samfelagsbólkum. Verkætlanin var gjørd í samstarvi við Bláa Kross Føroya og Kristin Helgadóttir.

Blái Krossur fær nógv tons av brúktum klæðum hvørt ár, og nógv av hesum verður selt í okkara endurnýtsluhandlum. Tó kemur nakað av toyði inn, ið er skrætt og sera slitið og hetta kann ikki seljast í handlunum. Blái Krossur hevur í nøkur ár havt eina avtalu við Reyða Kross um at teir fáa hesi klæðini, ið síðani verða seld til altjóða aktørar. Hóast hesa avtalu fór allíkavæl fitt av klæðum í skrell hvørt ár, og tað ynskti man at broyta.

 

Ætlanin við verkstovuni er:

 

1) at minka um burturkasti av skrøddum og óbrúkiligum klæðum – umframt at minka um dálkingina, ið stendst av at senda klæðir av landinum.

2) at skapa eitt umhvørvið, sum einhvør, við áhuga fyri nýtnýtslu, kann føla ognarskap í.

 

Ein seymistova var tí opna, ið er opin tríggjar ferðir um vikuna, og har ber til at seyma sær ymiskt úr endurnýtsluklæðum og gera ábøtur á egin klæðir, og harvið minka um alt toyði í verður koyrt vekk bæði í handlunum og privat. Seymistovan er opin fyri øllum, ið hava áhuga fyri nýnýtslu.

Her kunnu tit síggja myndir frá ymsum, ið er komi burtuúr í seymistovuni: https://www.facebook.com/nyny.blakross

 

Tags: