Ný Ný, Nýnýtslu verkstovan

At skapa eitt umhvørvi, sum einhvør, við áhuga fyri nýnýtslu, kann føla ognarskap í. Hetta er eitt av endamálunum hjá nýggju nýnýtsluverkstovuni, Ný Ný.

 

Ný Ný er ein verkætlan, sum er gjørd í samstarvi ímillum Bláa Kross Føroya, Megna Títt Lív og Kirstin Helgadóttir. Magni Højgaard var íverksetin handan verkætlanina, sum byrjaði í 2018. Tá starvaðist hann í Bláa Krossi Føroya, har eitt av hansara mongu arbeiðum var, at koyra óynskt endurnýtsluklæðir, í tonsvís, niðan á Sandvíkarhjalla og av landinum.

Evni til Umhvørvisvikuna 2019 hjá Tórshavnar Kommunu var “Fashion” og tá kom Magni við hugskotinum um eina seymistovu. Hann setti seg í samband við Kirstin Helgadóttir, fyri at menna eitt konsept. Í mars 2019 søktu tey um fíggjarligan stuðul til verkætlanina og fingu játta umhvørvisstuðul á virði 120.000 kr. Ætlanin var tá at gera eina framleiðslu av barnaklæðum, ið skuldu seymast burturúr endurnýtslu og síðan seljast í BK búðum. Her kom navnið Ný Ný, ið tey mettu var sera hóskandi til barnaklæðir. Hendan ætlanin er ikki slept enn, men hetta konseptið vísti seg at hava ymsar forðingar, og liggur tí í dvala til tey finna ein góðan leist.

 

Stutt eftir at verkætlanin hevði fingið stuðul skifti Magni arbeiði og starvast nú hjá Almannaverkinum sum leiðari á átakinum “Megna Títt Lív”. Átakið hevur til endamál, at hava ymisk tilboð til ung við víðfevndum sálarligum ella sosialum trupulleikum og álvarsligum trupulleikum av rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu. Magni hevur nú ætlanir um at gera eitt dagtilboð, soleiðis at nakrir av hansara brúkarum kunnu brúka seymistovuna.

Eg eigi ikki hølini meira, men eg vóni, at kunna levera arbeiðsorku til rúmið og afturfyri fáa meining og innihald í dagligdagin hjá mínum brúkarum – Marni Højgaard

 

Hvat er konseptið í dag?

Bæði dagtilboð og framleiðsla av barnaklæðum eru góð hugkot, ið vónandi vera sett í gongd skjótt. Men áðrenn hetta er komið í lag hava tey avgjørt, at lata seymistovuna upp fyri almeninginum tvey kvøld um vikuna í vetur. Tað er Kirstin, ið kemur at taka sær av at skipa seymikvøldini. Kirstin greiddi frá, at sum barn dámdi henni altíð væl at umseyma klæðir og at hon altíð hevur keypt klæðir frá Blákrossbúðuni. Hon sigur seg ikki vera serkøna innan seyming, men at hon gleðir seg at læra meira við at seyma saman við øðrum. Seymistovan er ikki ætla sum eitt undirvísingar stað burturav, men heldur sum ein vatnrætt leiðsluskipan, har øll eru við til at mynda hvussu seymistovan kemur at virka. Við at taka avgerðir saman og at læra saman vónar Kirstin at fáa gongd í nýnýtslu í alskins skapi.

Alt, sum tú seymar eigur tú sjálvur. Eg vóni, at fólk sita eftir við kensluni av, hvussu lætt tað er at endurnýta og skapa okkurt frá grundini. Vit hava seymimaskinur, saksar, trillur, mynstur, toy og alt tað, ið skal til! Ein kann brúka okkara mynstur – ella finna uppá sjálvur – ella kanska tú hevur tørv á at bøta eitt plagg, við okkara góðu Bernina seymimaskinu. Í løtuni er tað ókeypis at taka lut og fyri toy. Tað kann vera, at tilfar í hágóðsku fer at kosta nakað, men eingin endalig avgerð er tikin enn. – Kirstin Helgadóttir

 

Seymistovan fer at hava opið mikukvøld og hóskvøld frá kl 17. Av og á verður skipa fyri verkstovum og tá verður eitt kostnaðargjald fyri luttøku. Øll eru vælkomin – roynd og óroynd. Av tí at tað er avmarkað pláss vegna korona mást tú tekna teg til tiltøkini umvegis Facebook ella Instagram síðunum hjá Ný Ný. Her finnur tú eisini meira kunning um tey tiltøkini ið koma.

 

Fríggjakvøldið 4. desember hevði verkstovan opið hús, har fólk kundu síggja nýggja hølið. Dakko hevði eitt orð, har hann greiddi frá tilgongdini av verkætlanini, gleddist um at Blái Krossur kundi bjóða hølið til slíka vælgerandi verkæltan og vónar bjarta framtíð fyri verkætlanina.