Ný Ný nýggj seymistova hjá Bláa Krossi
Klæðir vera regluliga latin til Blákross búðirnar kring landið, sum so vera seld til endurnýtslu og til gangs fyri mong. Tað er tó ikki alt, sum verður selt. Tað, ið hongur í búðunum yvir eitt longri tíðarskeið verður sortera frá í trýggjar partar. Tað, ið ikki kann brúkast verður koyrt á brennistøðina, sumt verður latið til vælgerandi endamál í útlandinum og serliga jakkar, skjúrtur og buksur úr góðum tilfari nú verður sent til Ný Ný.
Ný Ný er nýggja nýnýtslu seymistovan hjá Bláa Krossi og hevur til endamáls, at gera klæðir til børn, ið vera tilevnaði úr endurnýtsluklæðum frá Blákross búðunum. Við góðari hjálp frá “Megna títt lív” hava vit nú fingið góð og stór arbeiðsborð og við umhvørvisstuðlinum, ið vit fingu frá Tórshavnar Kommunu, hava vit keypt seymimaskinur og overlock’arar. Verkætlanin fer at loyva atgongd fyri øll, sum eru áhugaði, hugbundin og vilja vera virkin innanfyri nýnýtslu. Í desembur verður skipa fyri verkstovu, har til ber at evna góðar vørur at leggja undir jólatræið.