Ný Ný letur upp

Seymistovan letur upp hesa vikuna. Fríggjadagin kl.17 eru tit vælkomin framvið hølunum hjá Bláa Krossi (3.hædd) fyri at síggja flottu hølini og at fregnast um møgulleikarnar við nýnýtslu. Vit hava opið tvær ferð um vikuna fram til jóla (miku- og hóskvøld) frá í næstu viku 9.desembur. Um áhugi er at taka lut ber til at tekna seg við at senda okkum eini boð.

Seymistovan hevur ein “flatan struktur”. Tvs at tað er ongin ið undirvísir – men har er altíð onkur, ið dugir at vegleiða. Vit hava fleiri spennandi mynstur, ið vit gleða okkum til at avprøva – bæði til roynd og óroynd seymiáhugað. Kom og ver við til at mynda hvussu seymistovan kemur at virka