Norðurlendskur blákrossfundur í Føroyum
Tveir teir seinastu dagarnir hava umboð fyri blákrossarbeiðini í Norðurlondum havt fund í Føroyum. Lært verður frá hvørjum øðrum, tosað verður um felags áhugamál, og tosað verður um avbjóðingar fyri framman.
Tilsamans vóru 17 fólk á fundinum, úr Føroyum, Danmark, Norra, Svøríki og Finnlandi. Harafturat var aðalskrivarin í altjóða Bláa Krossi, Anne Babb, eisini í Føroyum. Hon var við til møti í missiónshúsinum á Toftum og í Meinigheitshúsinum í Havn umframt til gudstænastu í Vesturkirkjuni. Á øllum støðum greiddi hon frá arbeiðinum, ið altjóða Blái Krossur ger.
Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, var og greiddi frá alkoholvanunum í Føroyum, og hvat Fólkaheilsuráðir ætlar at gera í framtíðini innan hetta økið.
Umframt at fundast, vitjaðu útlendingarnir eisini arbeiði hjá Bláa Krossi í Føroyum. Vitjað varð í Blákrossbúðini í Havn, á Umsorganarheiminum í Havn og á Blákrossheiminum á Nesi. Farið varð eisini ein sera vakran túr við Lakeside út á Bøstalafoss.
Tað er týdningarmikið fyri Bláa Kross í Føroyum at vera við í norðurlendskum og altjóða arbeiði. Vit læra nógv, umframt at vit eisini eru við til at geva av okkara vitan og royndum til onnur.