Myndir frá móttøkuni í Kongagøtu

Fríggjadagin 18. mai var móttøka í nýumvældu hølunum í Kongagøtu 8 í Havn.

Tað var av allar fagrastu døgum og fitt av fólki kom framvið. Á skránni vóru røður, framførsla, góður matur og frágreiðingar um arbeiðið, ið verður í húsinum.

Skjólið heldur til í niðastu hæddini, og nú eru so ovaru hæddirnar umbygdar til kontór, viðtalurúm og bólkaviðgerðarrúm hjá fyribyrgingardeildini og DAT-viðgerðini.

DAT-viðgerðin er ein partur av blákrossheiminum og verður í miðhæddini, meðan fyribyrgindardeildin verður í ovastu hæddini.

Málningar og tekningar, ið prýða veggirnar, hevur Tummas Jákup Thomsen gjørt og Einfalt list hevur stuðlað við plakatum.