Forsíða
| Sólfríð Maria í Rók

Myndir frá landsstevnu hjá Bláa Krossi

12. og 13. mars hevði Blái Krossur Føroya aðalfund og landsstevnu á Hotel Skálavík. Her síggjast myndir frá tiltakinum.

Á skránni var millum annað pallborðsfundur við evninum ”Rúsdrekka og avmarkingar ella rúsdrekka og ongar avmarkingar”. Tey fýra við pallborðið vóru: Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum, Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum og Jens Jensen, kriminalpolitistur og fyrrverandi limur í Fólkaheilsuráðnum.

Nógv ymisk tiltøk vóru á skránni, og uppmøtingin var eisini góð. Bæði fyri børn, ung og vaksin. Klovnurin Bubu var sera væl umtóktur og savnaði nógv fólk. Eisini var aðalfundur, frágreiðingar og nevndarval á skránni.

Tey nýggju, sum vórðu vald í landsnevndini eru Rósa Samuelsen, Sandavágur og Sólvit E. Nolsø, Havn. Álvur Højgaard var afturvaldur. Jóna Hansen stillaði ikki uppaftur. Vit takka Jónu fyri trúfasta tænastu fyri Bláa Kross í nógv ár. Somuleiðis verður ynskt nýggju limunum hjartaliga vælkomin.

Meira verður at lesa um landsstevnuna og pallborðsfundin í komandi Blákrossblaði.

Orð: Frants Jensen
Myndir: Hans Erik Hansen og Frants Jensen

 

Tags: