Myndir frá konsertini
Sunnukvøldið 12. mai hevði Blái Krossur Føroya eina stuðulskonsert í Løkshøll. Áleið 200 áhoyrarar vóru til framúrskarandi konsertina, ið eyðnaðist avbera væl.
The Gadders byrjaðu konsertina við teirra flotta samanspæli av røddum. Aftaná bergtók 17 ára gamla Victoria á Lakjuni áhoyrararnar við sterku og vøkru rødd hennara. Ólavur Højgaard sang nakrar av slagarum sínum, har áhoyrararnir kundu syngja við. Eftir steðgin fekk Jensina Olsen sum vant allan salin at flenna við lætta og skemtingarsama lyndi hennara. Lea kampmann hugtók síðani við trøllabindandi rødd síni, og Edith Dahl Jacobsen og Allan Tausen endaðu konsertina við inniliga og hjartanemandi songi teirra.
Samanumtikið ein fantastisk konsert, har mann bæði sat rørdur og táraði og slapp at flenna og hugna sær.
Takk fyri stuðulin.
- The Gadders
- The Gadders
- Nógv fólk vóru og lurtaðu
- Victoria á Lakjuni
- Victoria á Lakjuni
- Victoria á Lakjuni
- Pallurin
- Pallurin
- Ólavur Højgaard
- Ólavur Højgaard
- Magni Højgaard
- Lea Kampmann
- Lea Kampmann
- Nógv fólk vóru og lurtaðu
- Lea Kampmann
- Jensina Olsen
- Jensina Olsen
- Nógv fólk vóru og lurtaðu
- Jensina Olsen
- Jensina Olsen
- Nógv fólk vóru og lurtaðu
- Edith Dahl Jakobsen og Allan Tausen
- Backstage
- Backstage
- Backstage
- Backstage