Móttøka í nýggjum ungdómshølum hjá Bláa Krossi Føroya
Fríggjadagin 16. septembur kl. 14.00-16.00 verður almenn móttøka í nýggjum hølum hjá Bláa Krossi Føroya. Talan er um ein mestsum gloymdan ella loyniligan kjallara undir Blákrossbúðini í Niels Finsens gøtu 20, Tórshavn.
“Blái Krossur keyptu bygningin í 2018, og tankin hevur allatíð verið, at havt okkurt fyri ung í hesum bygningum”, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya.
Liv Lívið
Nýggju hølini, ið eru mitt í býnum skapa fantastiskar møguleikar fyri Liv Lívið. Liv Lívið er ein ungdómsverkætlan hjá Bláa Krossi, ið hevur til endamáls at fyribyrgja, at ung koma illa fyri ella gerast bundin av rúsdrekka/-evnum, og at ung útseta fyrsta drykkin so leingi sum møguligt. Vit hava síðani 2016 verið til staðar á festivalum og øðrum tiltøkum, har vit hava havt eitt rúsfrítt øki at bjóða ungum.
Røðarar til móttøkuna
- Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
- Heðin Mortensen, borgarstjóri
- Dakko Petersen, aðalskrivari
Øll eru hjartaliga vælkomin