Móttøka í Blákrossbúðini – myndir

Mánadagin frá klokkan 15 til 17 var móttøka í samband við, at nýggja Blákrossbúðin í N. Finsenssgøtu 20 lat dyrnar upp fyri fyrstu ferð. Fitt av fólki kom á dyr til hátíðarligu løtuna, tá hesin nýggi kapittulin í søguni hjá Bláa Krossi byrjaði. Røður, sangur og okkurt gott til góman var at fáa.