Móttøka í Blákross bygninginum í Saltangará
Hósdagin 7. Mai var móttøka fyri innbodnum í nýggja Blákross bygninginum í Saltangará.
Innbjóðingin var avmarka til 50 fólk vegna tilmælini frá tí almenna í samband við Covid-19 smittuna. Hóast fitta skaran, var tiltakið sent live á Facebook, har yvir 2000 fólk fylgdu við. Vit vilja takka øllum, sum vóru til staðar í bygninginum og á netinum fyri eina væl eydnaða móttøku.
Petur Jákup (Dakko) Petersen, aðalskrivari hjá Bláakrossi Føroya, setti móttøkuna. Hann takkaði hjartaliga fyri allan tann stuðul felagsskapurin hevur fingið í hesum tíðum. Eisini legði hann dent á hjartamálið hjá Bláa Krossi føroya, at framvegis hjálpa og stuðla børnum, ið vaksa upp í heimum, rakt av misnýtslu. Góð orð og ein vøkur byrjan til móttøkuna.
Eftir hetta hevði Bárður á Lakjuni eina sangframførslu.
Evy Jacobsen, Forstjóri og umboðin frá betristuðulsgrunninum, hevði síðani eitt orð. Betristuðulsgrunnur hevur til endamál at veita peningaligan stuðul til skaða fyri byrjandi, sjúkfyribyrgjandi og trygleikaskapandi endamál. Stovnurin hevur valt, at veita peningaligan stuðul til Bláa Kross Føroya, í samband við nýggja bygningin.
Tórbjørn (Tobbi) Jacobsen, Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, tosaði um tídningin, ið felagsskapurin hevur havt í Føroyksa samfelagnum.
Sverri Steinhólm, Formaður í Blákross landsnevndini, hevði eitt lítið orð um søguna aftanfyri Bláa Kross Føroya og hvussu vit eru komin, har sum vit eru í dag.
Trýst her fyri at síggja myndir av tiltakinum.