Móttøka fyri fráfarandi og nýggja aðalskrivarunum hjá Bláa Krossi Føroya
Fríggjadagin 10. mars var móttøka í høluninum Hollywood hjá Bláa Krossi, í samband við at Petur Jákup Petersen, vanliga kallaður Dakko, fór frá sum aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya, og Edva Jacobsen tók við sum nýggjur aðalskrivari. Sera nógv fólk komu á gátt at heilsa upp á tey bæði
Formaðurin í Bláa Krossi Føroya, Sverri Steinhólm, greiddi frá virkseminum hjá Bláa Krossi, og vísti m.a. avrikini, sum Dakko hevur fingið av skafti síðstu 6 árini, hann hevur verið aðalskrivari. Eisini ynskti formaðurin Edvu Harrans signing í arbeiðinum, sum stendur henni fyri framman. Umframt hetta bar leiðslubólkurin í Bláa Krossi Føroya eisini fram eina røðu, har tey takkaðu Dakko fyri sera gott samstarv. Dakko og Edva fingu eisini høvi at flyta fram røðu, har Dakko takkaði fyri tíðina sum aðalskrivari, og Edva takkaði fyri álitið, ið henni nú er litið upp í hendi.
Eftir hetta var orðið frítt, har m.a. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Jógvan Fríðriksson, biskupur, førdu fram røðu. Bárður á Lakjuni og Tórfríð Tavsen framførdu eisini nøkur løg og Muntra v/ Poul Rustin stóð fyri sera vælsmakkandi matinum, ið varð borðreiddur fyri gestunum.
Blái Krossur Føroya er ein stórur hjálparfelagsskapur, sum veitir hjálp til børn, ung og vaksin í Føroyum. Blái Krossur arbeiðir fyribyrgjandi og veitir serkøna hjálp til tey, sum eru rúsbundin, og teirra avvarðandi. Harumframt hevur Blái Krossur umfatandi sjálvboðið arbeiði kring landið. 28 starvsfólk eru í føstum starvi og áleið 400 sjálvboðin hjálparfólk eru kring alt landið.
Tú kanst lesa meir um virksemið hjá felagsskapinum og tilboðini hjá Bláa Krossi Føroya á heimasíðuni – www.blakross.fo.