Maren hevði spritt í vatnfløskuni til fótbóltsvenjingar

Sum fjúrtan ára gomul var Maren Kittelsen glað og frísklig, men eftir fyrstu roynd síni við rúsdrekka og narkotika, vendist lívið á høvdið.

Maren gjørdist bundin av rúsi, og nú níggju ár seinni sigur hon søgu sína fyri at ávara onnur um ikki at gera, sum hon gjørdi.

 

Byrjaði sum fjúrtan ára gomul

Áðrenn hon byrjaði at drekka rúsdrekka, var Maren ein jalig og vældámd genta við nógvari orku og var sera virkin innan ítrótt; men hetta broyttist knappliga.

Sum fjúrtan ára gomul royndi hon rúsdrekka fyri fyrstu ferð, og tað dámdi henni sera væl.  Tey flestu í hennara aldri drukku mest í vikuskiftunum, men tað var ikki nokk fyri hana. Hon hevði eisini spritt í vatnfløskuni til fótbóltsvenjingarnar:

– Mær dámdi kensluna at vera drukkin og drakk nógv oftari enn tey flestu. Eg byrjaði at drekka uttanfyri skúlan og á vesinum í fríkorterinum.

 

Hvørki foreldrini, lærarar, vinir ella venjarar løgdu merkis til, at nakað var galið:

– Foreldrini vistu einki. Eg upplivdi ongar fylgjur. Eg megnaði jú at vera røsk í skúlanum og fáa góðar karakterir allíkavæl.

Tó so hevði misnýtslan við sær, at hon bleiv deprimerað og aggressiv og fór til sálarfrøðing at tosa um ymisk persónlig viðurskifti, men tá hon so aftur drakk og roykti sterkt, tyktust trupulleikarnir at vera fjarir, og hon kendi seg sterkari.

 

Flutti til Oslo

Maren flutti til Oslo at gerast studentur, og har bleiv hon bjóðað enn og sterkari rúsevni av ymiskum slagi:

– Í Oslo var altíð onkur góður umskyldingur fyri at fara út at drekka. Eg varð bjóðað sterk rúsevni og koyrdi á. Rúsdrekka hevði onga serliga ávirkan á mær meir.

 

Vegurin út

Meðan Maren ballaðist einu náttina fekk hon óttaherðindi og endaði í psykiatriskudeildini. Foreldrini kendu ein, sum hevði verið innlagdur fyri rúsmisnýtslu fyrr og tey ringdu til hansara um ráð. Hann segði seg hava bíðað eftir uppringingini útfrá tí, hann hevði sæð av Maren á Facebook.

 

Maren merkti ikki, at hon var rúsbundin, fyrr enn hon byrjaði í viðgerð

Um hetta mundi var Maren so langt niðri, at hon ikki ynskti at liva meir, so hon visti ikki annað enn at taka av tilboðnum og fara í viðgerð.

At byrja við segði hon setningin: “Hei, jeg heter Maren og er rusavhengig” fyri at fylgja við, men hon meinti tað ikki. Tó sum tíðin gekk, bleiv hon drigin longur og longur inn í evnið, og mátti ásanna, at hon var rúsbundin.

 

Rúsfrí og skrivar bloggar

Nú hevur Maren verið rúsfrí í tríggjar mánaðir, og er farin at skriva bloggar, um hvussu hon klárar seg ígjøgnum gerandisdagin sum rúsfrí. Í tí at hon alment sigur seg vera rúsfría, so styrkir tað hana at halda áfram.

Maren ynskir við bloggunum, at eggja onnur at ikki at liva sum hon gjørdi. Hon ynskir eisini at halda fyrilestrar í ungdómsskúlum og framhaldsdeildum, so hon kann hjálpa øðrum, tí sjálv kennir hon fleiri, sum treingja til hjálp, men tey vilja ikki viðganga tað.

Maren hevur tað sera gott nú, tó so hon stríðist við at finna seg sjálva aftur, eftir at hon í níggju ár hevur drivið á við veitslu og rúsi. Hon er tískil byrjað heilt á nýggjum og roynir at fylla dagin við nýggjum upplivingum, fyri at finna hennara egna samleika aftur.

 

Sí blogg hennara: minrus.blogg.no
Sí uppruna samtaluna: www.tv2.no/v
Les grein: www.tv2.no/a