Magni nýggjur leiðari í sosialu eindini

1. august tók Magni Højgaard við starvinum sum leiðari í sosialu eindini hjá Bláa Krossi. Leila Højgaard hevur verið virkandi leiðari síðstu tíðina.

Magni Højgaard er 34 ár, upprunaliga av Toftum og býr nú á Skála eftir 8 ár í Danmørk. Hann las fyrst marknaðarførings økonom og síðan arbeiddi hann millum misnýtarar og heimleys á Mændenes Hjem á Istedgade í trý ár, samstundis sum hann í fimm ár sat í stýrinum fyri føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni.

Magni hevur síðstu tíðina lisið til sosialráðgeva og ger lestnaðin lidnan, samstundis sum hann arbeiðir hjá Bláa Krossi.

Sosiala eindin hjá Bláa Krossi umfatar í løtuni Umsorganarheimið í Lynggøtu í Havn, Skjólið í Kongagøtu umframt tveir búfelagsskapir í Havn.

Blái Krossur ynskir Magna vælkomnum í starvið.

 

Rúni Jacobsen farin í farloyvi

Ein onnur broyting í sosialu eindini er, at Rúni Jacobsen er farin í farloyvi í eitt ár. Leila Højgaard avloysir, meðan Rúni er í farloyvi.