Lotus og fulli sannleikin
Rúsmisnýtsla setur djúp og varandi merki hjá børnunum, hóast tey ikki síggjast.
Vaksin børn hjá rúsmisnýtarum hava tað torført við at hava gott samband við foreldrini; eisini tí edrúa.
Handan fýra veggirnar
Í sendingini “Lotus og den fulde sandhed” greiðir Lotus frá lívið sínum saman við drukna pápanum. Pápi hennara var kendur og hávirdur í Danmark sum rithøvundurin Dan Turèll. Tí hevði Lotus upp á nógvar mátar ein góðan barndóm í einum virdum heimi, men handan fýra veggirnar skaddi misbrúkið hjá pápanum hana, tí at eingin var henni til hjálpar.
Nú leitar hon eftir vitnum frá fortíðini, fyri at finna útav hvat umverðin sá.
Í sendingini møtir Lotus eisini tveimum øðrum ungdómum, sum vuksu upp í rústrupulleikum.
Rúsmisnýtarafamiljur ringt tilknýti
Hóast fleiri ár eru ligin, síðan rúsmisnýtarabørn fluttu heimanfrá, kann tað vera sera torført hjá teimum at fáa eitt gott tilnkýti við foreldrini.
Treytirnar, fyri at hava eitt gott tilknýti, eru stundum ikki til staðar í rúsmisnýtarafamiljum, tí at evnið, at merkja grundarkenslur og hvussu ein hevur tað, broytist og veikkast fyri allar familjulimirnar (hetta hendir í bæði heilanum og nervaskipanini), men av ymiskum grundum:
- Hjá tí drekkandi broytist evnið av alkoholinum sjálvum. Evnið at innliva seg, bæði mótvegis sær sjálvum og øðrum við, verður spakuliga koplað úr, tá bundinskapurin tekur yvir. Tað kann føra til, at misnýtarin m.a. broytir persónligheit og sosiala atferð.
- Hjá edrúa felaganum ávirkast tankar og kenslur, sum fylgi av áhaldandi ótta ella strongd. Her veikkast stundum evnið at merkja, hvat er sunt fyri seg og onnur við.
- Hjá barninum ávirka stúran og ótti eisini heilans evni at innliva seg fyri tørvirnar hjá sær sjálvum og øðrum við. Hetta kemur eisini av manglandi viðurkenning og sjónligu kenslunum hjá foreldrunum.
Hetta ger tað sera torført at hava eitt gott tilknýti til hvønn annan, sum øll eru merkt av rúsmisnýtaranum.
Sí sendingarnar her:
Lotus og den fulde sandhed 1:2 (fram til 17. des)
Lotus og den fulde sandhed 2:2 (fram til 25. des)
Kennir tú teg aftur?
Stendur tú í somu støðu ella kennir onkran, so halt ikki aftur at leita hjálp. Ert tú ikki vís/ur í hvør hjálp er tann rætta, so ring ella skriva til okkum, og vit leiðbeina teg:
Tlf: 770700
Email: blakross@blakross.fo
Rúslinjan: 770777 (svarar alt samdøgrið)
Les meir um sendingina her: www.dr.dk/presse/lotus-og-den-fulde-sandhed-paa-dr1