Lívligt í Liv Lívið bingjuni á Ólavsøkuni

Lív Justinussen, samskipari á fyribyrgingardeildini og fyri tiltakinum “Liv Lívið” hjá Bláa Krossi, greiddi frá, at heili 250 ‘appelsinfríi’ vóru veittir ígjøgnum hátíðardagarnar og yvir 2000 vitjandi høvdu veri á økinum.

Tað vóru støðugt áleið 40 til 50 vitjandi á økinum í senn, sum hon metti vera ein góður streymur av fólki. “Tað gekk væl. Fólk vóru glað, tað var stuttligt og lív var í.” Hon endaði við at viðmerkja, at út frá teimum úrslitum hon hevur sæð, kann metast, at fólk dáma Liv Lívið kampanjuna og vísa áhuga í arbeiðinum tey gera.

Liv Lívið bingjan var opin frá seinnaparti til morgunstund hesar báðar dagarnar, har tey seldu “øll hava rætt til góð barnaár” ballónir. Eisini veittu tey ókeypis vatn, kaffi, suppu og rúsfría drykkin ‘Appelsinfríi’, sum er gjørdur í samstarv við Ráðið fyri ferðslutrygd. Har afturat var live tónleikur og gott prát at hoyra frá bingjuni.

Summarið merktist av álvara á Ólavsøkuni í ár við teimum 18.8 ºC á Suðurstreymoynni. Veðrið spældi væl við tjóðarhátíðar hugnanum, sum var tann 28. og 29. Juli.

Liv Lívið Bingjan verður aftur til Summar festivalin 8.– 10. August uttanfyri vestaru inngongdina við tjaldingar økið og skúlan á Skúlatrøð.