Liv Lívið takkar fyri eitt gott rúsfrítt summar

Í ár hevur Liv Lívið verið við á fimm tiltøkum. Hetta er gjørt fyri at hjálpa teimum, ið hava verið illa fyri vegna nýtslu av rúsevnum, ovurnýtslu av rúsdrekka ella á aðrar mátar hava havt tørv á hjálp.

Eisini hava tey verið tilstaðar, sum stuðul hjá teimum, ið fegin vilja vera fráhaldandi rúsdrekka ella rúsevnum.

Eitt nú vóru tey til staðar til endaveitsluna hjá framhaldsdeildunum á fólkaskúlunum í Tórshavn og á Ólavsøkuni, umframt árligu festivalarnar. Umvælda bingjan gav møguleika til at rúma fleiri fólkum enn farnu árini.

Sambært Lív Justinussen, ein av samskiparunum av Liv Lívið, var ábyrgdin deild í toymir, ið gav teimum møguleika at vera tilstaðar í fleiri tiltøkum enn áður. Sum heild vóru ung sera glað og hugtikin av átakinum. Eldri fólk viðmerktu, at átakið eisini hevði skula verið, tá tey sjálvi vóru ung.

Lív hevði í samband við summarið gjørt eina ‘scrapbook’, har vitjandi høvdu møguleika at skriva eina heilsan og seta eina mynd til.

Á Facebook og Instagram síðuni hjá Liv Lívið eru myndir at síggja frá øllum tiltøkum, sum hava verið ígjøgnum summarið.

Liv Lívið takkar fyri eitt gott rúsfrítt summar.