“Liv Lívið” bingjan vælumtókt á G!

Yvir 300 fólk hava verið á vitjan í Liv Lívið bingjuni mikudagin og hósdagin á G!, metir Lív Justinussen, samskipari fyri átakinum.

Lív sigur, at fólkini eru sera væl nøgd.

– Fólk hava kallað hetta fyri bæði besta tiltakið og feitasta staðið á G!, sigur hon og gleðist um góðu móttøkuna.

Vælumtókta bingjan er eitt stað, har ein kann fáa sær frítt kaffi, te og køkur, frítt vatn frá Kirvi, hita seg, løða telefonina og annars hugna sær rúsfrítt.

– Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja bingjuna, eggjar Lív Justinussen á enda.

 

“Liv Lívið” bingjan stendur við teltplássið á G! og hevur opið hvønn dag frá kl. 16.00-03.00.

 

Fylg við tiltakinum á Facebook-síðuni hjá Liv Lívið

Vitja heimasíðuna hjá Liv lívið